Eldsbruni
Týskvøldið klokkan 21.45 varð boðað frá eldsbruna í Lucas Debesargøtu í Havn.
Eldurin kyknaði í loftshæddini. Eldur var komin í eina madrassu í einum spælikamarið. Tað gekk skjótt og væl at sløkkja eldin, sløkkiliðið og politiið vóru skjót á staðnum, men stórur royk- og vatnskaðið stóðst av eldsbrunanum.
Vakthavandi á politigarðinum í Havn sigur, at orsøkin til eldin er ikki greið enn. Málið er nýtt og verður kannað. SEV skal millum annað gera sínar vanligu kanningar, og harvið kanna um alt var í lagi við streyminum.










