Madonna vil bert syngja ?Like A Virgin? fyri $30 milliónir

Hóast Madonna fer á konsertferð í heyst, kanst tú ikki vænta at hoyra hana framføra størstu hittini aftur.

 

- Eg vænti ikki, at eg nakrantíð kann syngja ?Holiday? ella ?Like A Virgin? aftur, fortaldi kenda sangarinnan í eini samrøðu í útvarpssendingini New York´s Z100-FM herfyri.

? Tað kann eg bara ikki ... uttan so at onkur bjóðaði mær 30 mió. dollarar ella okkurt líknandi. Eg vildi heldur fari í brúdleyp hjá einum russa, ið skuldi giftast við eini 17 ára gamlari gentu, greiður fløguaktuella Madonna skemtandi frá.

 

Í løtuni fyrireikar Madonna seg til at geva nýggju fløguna Hard Candy út, ið kemur út 29. apríl. Í tí sambandi fortaldi hon eisini, at hon heldur tónleikavinnuna vera farna frá at fokusera á at framføra live.

Hetta heldur Madonna vera spell, men hetta forar ikki henni í at fara á konsertferð í heyst í sambandi við nýggju fløguna.