Nakrir íleggjarar við kanadiska vinnulívsmanninum Edgar Bronfman á odda hava keypt felagið Warner Music frá amerikonsku stórfyritøkuni Time Warner. Í keypinum er eisini útgávufelagið Warner/Chappell.
EMI lá framvið at keypa Warner Music. Felagið var til reiðar at leggja einar 11 milliardir krónur á borðið, men tað vísti seg ikki at vera nóg mikið. Hvussu nógv Edgard Bronfman og hinar íleggjararnir hava goldið fyri Warner Music, er ikki heilt greitt, men sambært Reuters liggur prísurin um einar 16 milliardir krónur.
Serkøn ivast ikki í, at Bronfman og hansara felagar fara at vinna íløguna innaftur. Millum viðskiftafólkini hjá Warner Music eru kend nøvn sum Madonna, R.E.M. og Metallica, og tað man borga fyri, at íløgan er pengarnar verd.










