Madonna er enn popp-dronningin, um ein skal meta eftir donskum ummælarum, ið góvu henni 4 stjørnur, tá útgávan MDNA kom út fyrr í ár.
Teir hava, rætt skal vera rætt, tó ikki verið líka so fegnir, tá Madonna í summar hevur verið á ferð á heimsins stóru pallum við hesi útgávuni.
Men hóast hon kundi verið mamma Britney Spears, Lady Gaga og aðrar, so sær tað enn út, sum Madonna eigur fyrimun og altíð yvirhálar, tá saman um kemur.
Madonna hevur megnað at hildið seg á toppinum síðstu 25 30 árini, og hevur megnað at fylgt tíðini og rákinum,og ofta kanska enntá verið við til at gjørt av, hvønn veg rákið ber.
Altíð hevur hon gingið nýggjar vegir, so fjepparar ongantíð hava vitað, hvat teir kundu vænta av komandi útgávum. Oftast hevur hon dugað at funnið sær ungar og dugnaligar tónleikaframleiðarar at samstarva við, ið eru uppi í tíðini.
Umframt tónleik, so hevur Madonna eisini fingist við film og við at skriva barnabøkur.










