Madeleine kanska í Týsklandi

Bretsku myndugleikarnir eru nú farnir at kanna upplýsingar frá einari kvinnu, sum helt seg síggja ta ensku gentuna Madeleine McCann nakrar fáar dagar eftir, at gentan hvarv tann 3. mai í 2007.

Kvinnan, Karen Sisson, hevur greitt frá, at hon sá eina ljóshærda smágentu á einum húsvognaplássi í Cabopino í Portugal nakrar fáar dagar aftaná, at Madeleine McCann var horvin. Gentan, sum líktist Madeleine, var saman við einum týskum húski, men tað var, sum fylgdi hon ikki rættiliga við hinum. Karen Sisson boðaði portugisisku løgregluni frá tí, sum hon hevði sæð, men hon frætti ikki aftur.

Nú taka teir bretsku myndugleikarnir málið upp. Teir hefta seg við, at sambært Karen Sisson rindaði tað týska húskið fyri eitt barn meiri, enn tey høvdu bílagt pláss til. Húskið var á húsvognaplássinum í fjúrtan dagar. Nummarplátan á bili teirra byrjaði við bókstavunum BE, og tað undrar myndugleikarnar, tí tað eru 38 ár, síðani hesar nummarpláturnar blivu brúktar.

Síðani Madeleine McCann hvarv, hava bæði portugisiskir og bretskir myndugleikar fingið fráboðanir frá fólki, sum halda seg hava sæð gentuna, men enn er hon ikki funnin.