Svenska prinsessan, sum herfyri avlýsti brúdleypið hjá sær, hugnar sær nú í London, og sambært Aftonbladet var lagið gott á Madeleine. Tað sást ikki á Madeleine prinsessu, at hon fyri kortum avlýsti brúdleypið hjá sær og slapp sær av við sjeikin.
Aftonbladet skrivar, at Madeline var við til eitt vælgerandi tiltak hjá grunninum Childhood, og lagið var gott á prinsessuni.
Hon hugnaði sær óført, og hon brúkti stóran part av degnum saman við sjónleikaranum Dominic Cooper, sum eisini slapp á dansigólvið við svensku prinsessuni.










