Madama Butterfly hugtók

Um vikuskiftið fingu føroyingar møguleikan at síggja og hoyra nakað so forkunnugt sum eina opera. Írsku operasangararnir góvu eisini føroysku áhoyrarunum eitt spennandi upplivilsi

 

Í útvarpinum hoyrdist, at fólk skuldi møta í góðari tíð, tí hurðarnar vórðu læstar, tá sýningin byrjaði.

So óføroyskt sum tað nú einaferð er, so møttu stundisliga, og sýningin byrjaði, tá hon skuldi.

Tað vóru eisini teir betru búnarnir hjá fólki, sum vórðu tikinir fram til hetta forkunnuga høvi. Á stólinum lá eitt program, og ein "ljóspennur " lá somuleiðis á stólinum. Hetta, soleiðis at fólk kundu fylgja við í programminum, meðan leikurin fór fram.

So byrjaði henda yndisliga og syrgiliga sýning av klassikaranum hjá Puccini. Operain hjá italiumanninum, sum á við fyrstu framførsluna varð kveistrað við lítið sømuligum herðrópum. Síðani hevur operain vunnu frama í mongum londum kringa allan heim. Sjálvur kallaði Puccini hetta fyri sítt besta verk. Av mongum verður tó ein onnur av hansara operaum "La Boheme" skýrd at vera hansara besta verk, og kanska eisini hin besta operain av øllum.

Operain snyr seg um ein amerikanskan hermenn(Pinkerton), sum fer til Japan, har hann giftir seg við einari japanskir gentur, sum er einans 15 ára gomul. Hann sær giftarmálið sum eitt spæl: hon sær giftarmálið sum veruligan kærleiki, og hon kollveltur eisini sítt lív av hesari somum orsøk.

Hon (Madama Burtterfly) skiftir til kristna trúgv, og hennara lív verður tillagað amerikonskum virðum. Hon gerst við barn, men Pinkerton fer aftur til Sambandsríkið áðrenn hann gerst greiður yvir hetta.

Tá Pinkerton fleiri ár seinni vendir aftur til Japan við nýggju konu hansara, varnast hann, at Butterfly og hann eiga eitt barn saman. Hann og nýggja kona hansara gera av, at tey skulu taka barnið við sær. Butterflyjáttar fyri hesum, men hon sær hetta sum eina sovorðna skom, at hon ger av við seg sjálva.

Madama Butteffly er ein opera um ymiskar mentanir. Um hvussu hin almikla amerikumentanin eisini kann oyðilegga. Hetta verður eisin lagt dent í tí síðsta leikbrotinum.

Skilligt er, at hjúnaband millum japanska kvinnu og amerikumann er nakað sum er at meta sum ein stór skomm. Tað er hvørki tá ella nú óvanligt, at japanarar doyggja fyri egnari hond, tá hesir meta, at teir æra hevur verið fyri vanlaknu.

Ìrsku sangararnir góvu áhoyrarunum eitt serstakt og spennandi upplivilsi um vikuskiftið. Sangurin var framúr góður, og tú sum áskoðari kundi ikki annað enn at njóta yndisliga songin hjá teimum. Eitt spennandi upplivilsi.