Xi Jinping og Emmanuel Macron í Beijing í morgun Mynd: Pool/Reuters/Ritzau Scanpix

Macron við Xi: Vænti tú tosar Russland til fornuft

Franski forsetin er á tríggja daga vitjan í Kina. Kríggið í Ukraina stendur ovast á dagsskránni

 

Xi Jinping og Emmanuel Macron í Beijing í morgun Mynd: Pool/Reuters/Ritzau Scanpix

Franski forsetin, Emmanuel Macron, lítur á, at Kina kann tosa Russland til fornuft í samband við kríggið í Ukraina.

 

Tað sigur hann á vitjan hjá kinesiska forsetanum, Xi Jinping, í Beijing.

 

– Kríggið hjá Russlandi í Ukraina er ein avbjóðing fyri altjóða javnvágina.

 

– Eg veit, at eg kann rokna við, at tú tosar Russland til fornuft og fært savnað øll við samráðingarborðið, sigur franski forsetin.

 

Xi hevði stutt frammanundan tikið ímóti honum framman fyri Fólksins Stóru Høll, sum er miðdepilin hjá valdinum í kinesiska høvuðsstaðnum.

 

Marcron lendi í Beijing í gjár, har hann skal vera í tríggjar dagar.Ovast á listanum fyri vitjanina er kríggið í Ukraina.

 

Í sambandi við vitjanina hevur kinesiska ríkissjónvarpið borið tíðindi um, hvussu Xi fagnar kinesisku »positivu og tryggu« bondunum til Frankaríki, meðan heimurin fer gjøgnum »umfatandi søguligar broytingar«. Tað skrivar tíðindastovan AFP.

 

Kina fyriheldur seg uttanveltað til kríggið í Ukraina. Xi Jingping hevur ongantíð fordømt russisku innrásina í Ukraina.

 

/ritzau/

 

Xi Jinping og Emmanuel Macron í Beijing í morgun Mynd: Pool/Reuters/Ritzau Scanpix