Macron: Russland hóttir matvørutrygdina í heiminum

Putin krevur at dronuálop í Krim verða kannað, um Russland aftur skal taka undir við avtalu um útflutning av korni.

 

Eitt farmaskip við nógvum tonsum av korni og øðrum landbúnaðarvørum verður kannað í Bospurussundinum við Instanbul í gjár. Skipið sigldi úr ukrainskari havn í gjár hóast Russland er farið úr avtaluni um at tryggja matvøruflutningin. - Foto: Ozan Kose/Ritzau Scanpix

Franski forsetin, Emmanuel Macron, leggur Russland undir at hótta alheims matvørutrygdina, eftir at russar hav tikið seg úr avtaluni um kornútflutning úr havnum í Ukraina.

Russiska stjórnin tók seg leygardagin úr avtaluni.

Grundgevingin er, at russisk krígsskip við Krimhálvoynna eru álopin við dronum.

Tað snýr seg sambært Russlandi um eitt »yvirgangsálop«í Sevastopol, ein havnarbýur á Krim, leygardagin.

Í eini telefonsamrøðu í dag við ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, fordømir Macron »avgerðina hjá Russlandi, sum enn einaferð skaðar alheims matvørutrygdina«.

Tað sæst í boðum frá fronsku forsetaskrivstovuni.

Avtalan millum Ukraina og Russland, sum var gjørd í juli, er avgerandi fyri at byrja fyri matvørukreppu, sum innrásin hjá Russlandi í Ukraina setti í gongd.

Turkaland hevur verið meklari og fingið avtaluna upp á pláss. Útflutningurin av korni verður samskipaður úr turkiska býnum Istanbul.

Í boðum frá samskipanarmiðstøðini í Istanbu, í dag ljóðar, at tað í morgin ikki eru ætlanir um at lata kornskip siga í Svartahavinum.

Russland hevur boðað frá, at tað er ov váðið at halda fram við kornavtaluni uttan russiska luttøku. Og at tey ikki kunnu veita trygd fyri skipunum.

AKortini vórðu í dag aftur sigldar stórar mongdir av korni úr Ukraina.

Í gjár stevndu 12 skip við landbúnaðarvørum úr ukrainskum havnum. Í dag eru trý skip farin.

Russiski forsetin, Vladimir Putin, tosaði í dagí telefon við turkiska starvsfelaga sín, Recep Tayyip Erdogan. Har segði hann, at Russland ikki tekur undir við avtaluni aftur, fyrr enn dronuálopini á Krim eru kannað til botns.

Avtalan hevur merkt, at tað eru skipað yvir níggju milliónir tons korn úr havnum í Ukraina og víðar út í heim.

Hon skal eftir ætlan endurnýggjast 19. november. Um tað verður so, er tó óvist.

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, hevur lagt Russland undir at brúka matvøruútflutningin sum vápn í krígnum í Ukraina.

/ritzau/AFP

 

Eitt farmaskip við nógvum tonsum av korni og øðrum landbúnaðarvørum verður kannað í Bospurussundinum við Instanbul í gjár. Skipið sigldi úr ukrainskari havn í gjár hóast Russland er farið úr avtaluni um at tryggja matvøruflutningin. - Foto: Ozan Kose/Ritzau Scanpix