Alt bendir á, at tað verða Emmanuel Macron, forsetavalevnið fyri sosialliberalistiska flokkin En Marche!, og Marine Le Pen, forsetavalevnið fyri høgrapopulistiska flokkin Front National, ið fáa flest atkvøður, tá fraklendingar fara í valhølini sunnudagin.
Ein veljarakanning kunngjørd í dag av franska blaðnum L'Express vísir nevniliga, at Emmanuel Macron og Marine Le Pen fáa ávikavist 24 og 23,5 prosent av samlaðu atkvøðunum til fyrsta umfarið av forsetavalinum 23. apríl.
François Fillon, forsetavalevnið fyri Republikanararnar, fær í kanningini 19,5 prosent av atkvøðunum, meðan Jean-Luc Mélenchon, valevnið fyri Unsubmissive France, fær 18 prosent av atkvøðunum.
Í fyrsta umfari velja fraklendingar tvey valevnir, ið fara víðari til næsta umfari. Viðkomandi valevni, ið fær flest atkvøður í seinna umfarinum, verður valdur til forseta.
Seinna umfarið verður 7. mai, og vísir dagsins veljarakanning, at um val var í dag, so hevði Emmanuel Macron fingið 62 prosent av atkvøðunum og Marine Le Pen 38 prosent.










