Macron hevur eina risa avbjóðing fyri framman

Sunnudagin vann hann sín størsta sigur nakrantíð. Kortini verður eingin tíð til at hvíla nú, tí avbjóðingin fyri framman er størri, enn nakar franskur forseti hevur havt áður.

 

Sunnudagin vann Emmanuel Macron seinna umfar í franska forsetavalinum, tá hann fekk 66,1 prosent av atkvøðunum móti teimum 33,9 prosentunum, sum Marine le Pen fekk.

 

Sostatt verður fyrrverandi búskaparmálaráðharrin, sum síðani fór úr franska javnaðarflokkinum, næsti og yngsti forsetin í Fraklandi.

 

Men uppgávan fyri framman er risastór. Emmanuel Macron hevur tann vansa, at hann ongan flokk hevur aftan fyri seg. Hann stendur á odda fyri einari rørslu, En Marche, sum nú má fara undir at skipa seg sum ein flokk og stilla upp á komandi parlamentsvalinum, sum verður í juni.

 

Alla tíð hevur franska valskipanin verið merkt av tí, sum stjórnmálafrøðingar kalla eina tvey-flokka ella tvey-og-eitt-hálvt-flokka skipan. Tað merkir, at tú hevur tveir stórar flokkar, sum skiftast um at stríðast um valdið, kanska við hjálp frá einum ella tveimum smærri stuðulsflokkum, um eingin megnar at fáa reinan meiriluta.

 

Í 2000 framdi franska tingið eina lógarbroyting. Fram til tá vóru forsetavalið og tjóðartingsvalið tvey ár forskotin, sum merkti, at Frakland kundi hava ein forseta og ein forsætismálaráðharra úr hvør sínum stóra flokki. Hetta hevði tó lyndi til at elva til naggatódn í fronskum politikki, tí stríðshanarnir lógu og forðaðu hvørjum øðrum at útinna nakað nevnivert.

 

Lógin bleiv broytt, tíðarskeiðið hjá forsetanum varð skert úr sjey niður í fimm ár og framyvir verður tjóðartingsval hildið ein mánað eftir forsetavalið. Hugsanin er, at vinnarin frá forsetavalinum tá eisini hevur viðvind og kann tryggja sær ein meiriluta í tjóðartinginum.

 

Har er avbjóðingin hjá Emmanuel Macron. Hann hevur vunnið valið upp á at lova stórar reformir í franska búskapinum. Men fyri at megna tað, má hann hava politiska undirtøku í tjóðartinginum. Tað er lítið sannlíkt, at hann fer at megna at fáa undirtøku frá nøkrum av stóru flokkunum í tjóðartinginum fyri sínum ætlaðu reformum. Tí hevur nývaldi franski forsetin lítið val, annað enn at føra eitt hart valstríð komandi vikurnar og vóna, at hansara nýstovnaði flokkurt megnar at vinna munandi undirtøku í franska tjóðartinginum.

 

Tilmelding til at stilla upp fyri En Marche er byrjað. Øll kunnu søkja um at sleppa á listan, og Emmanuel Macron hevur boðað frá, at hann vónar at hava javnstøðu á listanum, umframt at hann vil hava minst 50 prosent nýggj valevni.

 

Tapandi valevni, Marine le Pen, er eisini farin í hernað longu. Hóast eina vaksandi undirtøku seinastu árini, hevur Front National bara eitt umboð í tjóðartinginum sum er. Marine le Pen vónar, at hennara valevni kunnu ríða inn í tjóðartingið á bylgjuni, sum hon hevur skapt í samband við forsetavalið.