Má vera minst líka bíligt og líka gott

Er munur á byggja eitt privat havrannsóknarskip og at gera ein privatan Eysturoyartunnil?

 

- Eitt privat havrannsóknarskip má vera minst líka bíligt og dygdargott fyri almenningin, sum um tað almenna sjálvt bygdi tað.

 

Tað staðfestir Poul Michelsen, tingmaður fyri Framsókn.

 

Hann sigur, at ætlanin um at reka eitt havrannsóknarskip á privatum grundarlagi, ljóðar spennandi.

 

Men eitt, hann serliga fer at kanna eftir, er, um ætlanin veruliga er liberal í orðsins rætta týdningi.

 

Tað vil siga, um tað av álvara tænir føroyska samfelagnum, og føroyingum, at vit fáa eitt privat havrannsóknarskip heldur enn eitt alment.

 

Hann staðfestir, at andstøðan hevur einki fingið at vita um ætlanina.

 

Hinvegin hevur landsstýrismaðurin upplýst, at tað verður neyðugt at lata privat byggja skipið, tí at tað ikki er pláss fyri tí í  almenna íløgukarminum.

- Ætlanin er so, at tað almenna skal binda seg til at leiga skipið í 20 ár, tó við einum rætti til at keypa tað ávegis, ella tá leigusáttmálin gongur út.

 

- Júmen, var hetta ikki júst sama grundgevingin hjá samgonguni fyri at lata privat gera og reka ein Eysturoyartunnil, sum hevði komið at kostað brúkarunum og tí føroyska samfelagnum fleiri hundrað milliónir krónur í meirkostnaði, spyr Poul Michelsen.

 

- Tann ætlanin stóð í beinleiðis andsøgn við sjálva ta liberalu hugsjónina. At liberalisera merkir ikki at flyta ágóðar hjá tí almenna og borgarunum yvir til nøkur fá privat. Tað merkir at lata privat reka eina tænastu, sum gevur tí almenna og borgarunum fleiri ágóðar viðvíkjandi góðsku og kostnaði, enn um tað almenna rak hana.

 

Poul Michelsen staðfestir, at í sambandi við ætlanina at lata eitt privat felag gera Eysturoyartunnilin, vantaðu bæði vit og skil – og liberal var hon ikki, sjálvt um hon skuldi eitast at vera privat.

 

Hann sigur, at að verður eisini neyðugt at tryggja, at tað privata ikki fer at byggja eitt havrannsóknarskip, bara tí at tað ikki rúmast innan teir ásettu almennu íløgukarmarnar.

 

- Treytin má vera, at ætlanin at byggja og reka skipið á privatum grundarlagi má vera minst líka bílig og dygdargóð fyri almenningin, sum um tað almenna sjálvt bygdi tað.

 

- Vit mugu eisini tryggja okkum, at Havstovan fær tann ræðisrættin yvir skipinum, sum hon hevur tørv á fyri at kunna útinna sínar uppgávur.

 

Les meiri við at trýsta HER