»Maðurin við leirinum«: Miðskeiðis millum Kulturhuset og Vensyssel Teater í Hjørring stendur standmynd hjá Hans Paula Olsen, listamann, og hevur standmyndin staðið her í knøpp tvey ár. Tað er Kulturhuset í Hjørring sum nú hevur standmyndina til láns ella í varðveitslu frá Mentanardeildini í Hjørring Kommunu .
»Maðurin við leirinum« eitur standmyndin og skal ímynda bæði innvortis og útvortis skapanina ella sagt á annan hátt, samstundis sum tú skapar við tínum hondum útvortis, skapar tú eisini nakað í tær sjálvum innvortis. Men standmyndin er ikki liðug, tá tú hyggur á bakið á manninum, og tað ímyndar so uppaftur aðrar síður av skapanargongdini á listarliga økinum og hennara tulking.
Eigarin av standmyndini er dani og sum skilst umsitur Mentanardeildin í Hjørring Kommunu fleiri av hansara standmyndum sum geva býinum ein serligan dám. Eg havi lisið onkustaðni, at onga aðrastaðni í danska kongaríkinum eru so nógvar standmyndir sum í Hjørring.