Maðurin í Star Wars robotti er deyður

Sjónleikari Kenny Baker doyði í farnu viku 81 ára gamal. Hann taldist ikki millum teir kendu sjónleikararnar, men hann hevði ein sera kendan leiklut.

Kenny Baker, sum var 112 sentimetrar høgur, var nevniliga inni í robottinum R2-D2 í Star Wars filmunum.

Umboðsmaðurin hjá Baker sigur, at hann sjónleikarin hevði verið sjúkur í tvey ár.

Kenny Baker hevur sagt í samrøðu, at hann vildi ikki spæla leiklutin sum tólmenni í Star Wars, men hann hann var yvirtalaður og fekk tí leiklutin sum ein av kendastu robottunum í filmssøguni.