Maðurin sigraði á kvinnunum

Hóast sjey kvinnur eru millum tey 13 valevnini, er líkt til, at tað aftur hesaferð verður ein maður, sum verður aðalskrivar í ST.

Trygdarráðið hjá ST samdist í gjár um at peika á António Guterres, fyrrverandi forsætirsráðharra í Portugal, sum nýggjan aðalskrivara í ST.

 

67 ára gamli portugisin hevur seinastu 10 árini verið leiðari í flóttafólkastovuni hjá ST. Seinastu mánaðirnar hevur hann verið mettur at vera favoritturin at taka við starvinum, og í gjár kunngjørdi russiski sendiharrin til ST, sum stjórnar trygdarráðnum hendan mánaðin, at hann var teirra val.

 

Saman við russiska sendiharranum Vitaly I Churkin stóð amerikanska sendikvinnan, Samantha Power. Hetta verður tikið sum eitt sterkt tekin, um at trygdarráðið stendur óvanliga sterkt saman um avgerðina.

 

- Í síðsta enda høvdu vit eitt valevni, hvørs royndir, visjónir og fjølbroytni á fleiri økjum, vísti seg at vera sannførandi, segði Samantha Power.

 

Í morgin skal trygdarráðið atkvøða í valinum til aðalskrivara og í næstu viku skal valið hjá trygdarráðnum góðkennast av aðalfundinum hjá ST. Nýggi aðalskrivarin tekur við á nýggjárinum, eftir at Ban Ki-Moon úr Suðurkorea hevur verið aðalskrivar í 10 ár.

 

Mong høvdu  vónað, at valið hesa ferð fór at fella á eina kvinnu. Ongantíð fyrr hava tær verið so nógvar um boðið til aðalskrivara, men aftur hesa ferð gjørdust tær ov stuttar. Enn hevur eingin kvinna verið aðalskrivari í ST.