Maðurin aftan fyri Mumbai-álopið tikin

Løgreglan í India hevur tikið mannin, sum sambært indisku myndugleikunum samskipaði tað ógvusliga yvirgangsálopið á indiska býin Mumbai í 2008. Álopið kostaði 166 mannalív, og meiri enn 300 fólk vórðu særd.

Tíðindastovan Press Trust of India endurgevur keldur í løgregluni fyri at vátta, at Abu Hamza, sum eisini er kendur undir navninum Sayed Zabiuddin, varð tikin á flogvøllinum í Dehli tann 21. juni, tá hann kom við flogfari úr Miðeystri.

Abu Hamza er føddur í India, men er limur í tí pakistanska yvirgangsbólkinum Lashkar-e-Taiba.

Indisku myndugleikarnir siga, at tað var Abu Hamza, sum skipaði fyri, tá 10 vápnaðir ismalistar lupu á hotell, eina jødiska miðstøð, eina matstovu og eina jarnbreytarstøð í Mumbai í november í 2008. Bara ein av álopsmonnunum, pakistanin Mohammed Ajmal Amir Kasab, varð tikin á lívi, og hann varð seinni dømdur til deyða í hægstarætti í Bombay.