Í dag um 15.00 mundi var løgreglan boðsend á eitt vertshús í Havn. Orsøkin var, at ein maður har var fullur og uppførdi seg ófantaligt.
Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at maðurin rópti og skrálaði og vildi ikki akta løgregluna, tá ið tey komu á staðið.
Hann var harðligur í atburðinum, men ikki nóg harðligur til, at man metir tað sum eina harðskapssak. Men tó var hann ov harðligur til, at løgreglan vildi lata sær tað lynda. Tí verður maðurin skuldsettur fyri brot á politiviðtøkurnar.