Maður tikin í sambandi við Sigrid-málið

Løgreglan í Oslo hevur skuldsett ein mann fyri at hava givið ósanna frágreiðing í sambandi við málið um ta horvnu 16 ára gomlu gentuna Sigrid. Maðurin hevur verið til avhoyringar um málið, men løgreglan sigur nú, at hann hevur ikki sagt sannleikan. Løgreglan vil tó ikki siga, hvat hann hevur dult ella logið.

Sigrid hvarv um náttina tann 4. august, tá hon var á veg til hús. Hennara fartelefon varð funnin nærhendis heiminum.

Løgreglan og fleiri hundrað sjálvboðin hava leitað eftir teirri horvnu gentuni. Løgreglan hevur eisini fingið nógvar upplýsingar frá fólki, men eingin hevur loyst gátuna.