Grønlendska løgreglan hevur nú tikið ein mann og skuldsett hann fyri at hava dripið trý fólk og sært tvey onnur í bygdini Nutaarmiut nærhendis Upernavik. Tað er ikki greitt, um tann tikni hevur nakað tilknýti til tey fimm.
Løgreglan sigur, at maðurin varð tikin næstan fýra tímar, eftir at ein maður hevði sagt løgregluni frá, hvat var hent.
Myndugleikarnir sendu eina tyrlu við løgreglumonnum og einum lækna til Nutaarmiut, sum er einar 90 kilometrar sunnan fyri Upernavik, og tey særdu verða nú flutt til Upernavik.
46 fólk búgva í Nutaarmiut, og sambært grønlendska kringvarpinum er bygdarfólkið skelkað av tí, sum er hent.