Keypsskálar, flogvallir, útbúgvingarstovnar og sjúkrahús í Danmark fingu í gjár bumbuhóttanir, og á fleiri av støðunum vórðu fólk flutt burtur eftir hóttaninar.
Í gjárkvøldið handtóku politistar ein 31 ára gamlan mann úr Slagelse, sum teir halda hevði sent bumbuhóttaninar. Sambært løgregluni var eingin dramatikkur, tá ið maðurin varð handtikin, hóast løgreglan í stríðsklæðum breyt inn til mannin.
Løgreglan sigur seg kenna handtikna mannin frá øðrum málum, og líkt er til, at hann hevur sálartrupulleikar. Maðurin skal stillast fram í grundlógaravhoyring í dag.