Um vikuskiftið høvdu menn verið og skotið harur í Hvalvík. Heimafturkomnir hendi eitt óhapp, sum var rættiliga álvarsamt.
? Vanliga verður avløtt áðrenn komið verður at húsum. Hesir menninir vóru komnir heim, og skuldu seta byrsurnar upp á pláss. Ein maður rættir so eina byrsu til ein annan mann, og byrsan gongur av. Annar maðurin verður skotin í lærið og partvís í hitt beinið, greiðir vakthavandi á politistøðini í Havn frá.
Maðurin, ið skotin varð, var rættiliga illa fyri. Av politistøðini verður upplýst, at tað var um reppið, at hann ikki bløddi út, tí skotið hevði rakt eina pulsæðr.
Um náttina varð maðurin fluttur niður á Ríkissjúkrahúsið. Á politistøðini í Havn vistu tey ikki meira um málið enn, at maðurin framvegis var á lívi.









