Maður leyp út úr glíðandi lastbili

- Vandi var fyri, at bilurin fór á sjógv, og tí leyp lastbilaførarin út úr bilinum, sigur løgreglan á Tvøroyri

Ferðsluóhapp

Tað var ikki nógv hjá einum lastbilaførara at gera, tá ið bilur hansara fór á glið í óvanliga nógvu hálkuni hendan morgunin.
Hendingin fór fram á bryggjuni í Vági týsmorgunin um 8.30-tíðina.
Ein lastbilur hjá Jakku Vilhelm í Vági var á veg niðan av bryggjuni. Komin niðan á endan á kaibrekkuni, tey rópa, steðgaði førarin bilinum, áðrenn hann skuldi koyra út á vegin. Men so hált var í brekkuni, at bilurin stóð ikki fyri bremsunum, hóast bilførarin bæði nýtti fótbremsu og hondbremsu.

Leyp út

Løgreglan á Tvøroyri sigur, at bilurin gleið omanaftur gjøgnum brekkuna, oman á bryggjuna millum Suðurlaks og egningaskúrarnar, ið standa har.
- Førarin sær, at her er vandi á ferð. Einki er at gera, og lastbilurin kann saktans enda á sjónum. Tískil ger førarin av at leypa út úr glíðandi bilinum, so hann ikki endar á blámanum saman við bilinum.
Løgreglan á Tvøroyri sigur, at tá ið lastbilurin kemur oman á slætt, missir hann nakað av ferðini, og á veg út um bryggjukantin, tekur kanturin eisini nakað av ferðini, ið eftir er.
- Hetta er ein stórur lastbilur við tveimum akslum aftan. Endin verður, at báðir akslarnir og hjólini aftan enda uttan fyri bryggjukantin, soleiðis at lastbilurin hongur á "búkinum".

Lítil skaði

Við bryggjuna lá glastrevjabáturin, Alis T. hjá Paula Lassen, og afturparturin á lastbilinum hongur niður yvir fremsta partin av galendaranum.
Løgreglan sigur, at galendarin boygnaði nakað, men annars kom einki uppá bátin. Bilførarin fekk tíbetur einki mein, og lítið og einki hendi lastbilinum. Kanska hevur útstoytið fingið ein minni stoyt.
- Tað var óvanliga hált í morgun ? ikki bara í Vági, men um meginpartin av Suðuroynni.
Vit spurdu løgregluna, hvussu lastbilurin var skøddur.
- Bilurin hevur nýggj, grov og góð dekk, men hann hevði ikki píkar.
Løgreglan sigur, at bilurin hevði tóma last, tá ið hendingin fór fram.