Har suðuri í Kina er ein maður deyður av fuglakrími ella H1N1, og sambært heilsumyndugleikunum í Beijing er hetta tann fyrsti tilburðurin av sjúkuni í 18 mánaðir.
Maðurin, sum var 39 ára gamal, búði nærhendis Hongkong. Hann bleiv sjúkur tann 21. desember, og jóladag varð hann fluttur á sjúkrahús við ringum lungnabruna. Í morgun doyði hann, og tá høvdu læknarnir staðfest, at tað var fuglakrím, sum hann hevði. Heilsumyndugleikarnir hava kannað 120 fólk, sum maðurin hevði havt samband við, men eingin teirra hevur tekin um sjúkuna.
Fyri tveimum vikum síðani var H1N1-virusið funnið í einum deyðum høsnarunga, og tað fekk myndugleikarnar at geva boð um, at 17.000 høsnarungar skuldu avlívast og beinast burtur.
Síðani 2003 eru 573 fólk vorðin smittað við H1N1, og 336 teirra eru deyð av sjúkuni.