Løgreglan í Havn mundi leygarmorgunin tikið ein mann upp. Beint eftir klokkan sjey ringdu fólk og boðaðu frá, at ein avdottin maður lá við Snikkaravirkið í Grønlandi. Áðrenn løgreglan var komin í bilin, ringdi fólk og segði, at ein maður lá avdottin við Rekkjuhúsini úti við Vesturkirkjuna, Júst komin í bilin, ringdi aftur, og ein segði, at ein maður lá avdottin í Kinabrekkuni. Tá løgreglan kom á staðið var maðurin ongastaðni at síggja, og niðurstøðan má verða, at hann hevur grulvað heim ella afturum onkrastaðni at sova, uttan at verða órógvaður.