Maður funnin deyður við Fuglafjørð

Fyrr í dag fekk løgreglan fráboðan um, at ein maður var funnin lívleysur á sjóðnum við Breiðá millum Fuglafjørð og Kambsdal. Maðurin lá heilt inni við vatnskorpuna, og tá løgreglan kom á staðið varð hann tikin upp og ein lækni staðfesti, at maðurin var deyður. 

 

Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur í kvøld, at maðurin var 47 ára gamal og at tey avvarðandi eru kunnað. Nú er løgreglan í gongd við at skjalføra ymisk viðurskifti í hesum sambandi og í morgin verður avgerð tikin um, hvørt líksýn skal gerast av manninum og hvat annars skal henda víðari.