Maður funnin deyður í Leitisvatni

Ein maður til gongu kom um middagsleitið í dag fram á ein lívleysan mann á Leitisvatni. Løgreglan sigur, at maðaurin beinan vegin varð tikin upp og flogin við tyrlu á Landssjúkrahúsið.

 

 

Men tað eydnaðist ikki at fáa lív í hann aftur. Talan er um 75 ára gamlan mann, sum var vanur at ganga hendan túrin, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.

 

 

Løgreglan sigur, at enn er ov tíðliga at siga, hvør orsøkin var til at maðurin doyði, men tað er einki illgrunasamt sum nú er.

 

 

Tey avvarðandi eru kunnað, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.