Maður funnin deyður

Klokkan 8.16 í morgun varð ein maður funnin deyður við niðaru tjørnina í Viðarlundini í Havn.

Politiið fekk fráboðan um, at ein maður lá har, og læknin, sum kom á staðið løtu eftir, kundi staðfesta, at maðurin var deyður.

.

Politiið vil enn einki siga um mannin, aldur ella annað. Í løtni ger politiið kanningar á staðnum, og alt økið er sperrað av. Við ovaru tjørnina stendur sjúkrabilurin hjá sløkkiliðnum í Havn.

Meira verður at frætta seinni.