Maður druknaður

Um hálvgum níggju tíðina mikumorgunin var ein maður funnin druknaður beint við saltsiloina á Vestaru Vág í Havn. Frá politistøðini í Havn verður upplýst, at talan er um ein 51 ára gamlan mann.
Politiið sigur annars, at maðurin hevur helst verið deyður í nakrar tímar áðrenn hann er funnin. Nú verður líksýn, og tá verður orsøkin til vanlukkuna funnin.