Maður doyði á Vágsfirði

Enn er ógreitt, hví ein bátur sakk og ein 60 ára gamal maður doyði á Vágsfirði í gjárkvøldið.

Suðurrás visti stutt fyri midnátt í gjárkvøldið at siga, at ein maður, á floti á fjørðinum, um seks-tíðina í gjárkvøldið, gjørdist varugur við, at eitt frambygt áttamannafar lá og sló móti landi við Grønurnar, sum er ytsti armurin á Vágsfirði.

Maðurin, sum uppdagaði bátin, sigldi alt fyri eitt til áttamannafarið, sum fleyt tungt í sjónum, men tá hann kom til bátin, sakk hann, skrivar Suðurrás

Boð vóru send til avvarðandi myndugleikar, sum sendu hjálp á staðið. Froskmenn fór niður til bátin, og har funnu teir ein mann sitandi lívleysan í stýrhúsinum. Hann var í skundi fluttur á Suðuroyar Sjúkrahús, men har var staðfest, at hann var deyður.

Myndina hevur Jens Petur Brattalíð tikið.