Fríggjamorgunin klokkan tíggju fekk løgreglan í Eysturoynni fráboðan um eina syndarliga vanlukku inni á Strondum.
56 ára gamli Per Nielsen var farin á fjall í Heygshaga. Við Tungá, sum liggur nakað sunnanfyri Morskranes, er hann áhaldsin og endar í ánni.
Áin er brøtt, og tí dettur maðurin einar hundrað metrar omaneftir. Hann hevur mist vitið beinanvegin, tí hann gevur einki ljóð frá sær, meðan hann glíður omaneftir. Tað er høgt útav ymsastaðni í ánni, og fallið hevur tí verið stórt. Hann var illa farin, tá menn komu til hann.
Sjúkrabilur og lækni komu á staðið, men maðurin doyði eftir øllum at døma beinanvegin. Per Nielsen var ættaður av Skála, men var búsitandi á Strondum.