Maður datt á sjógv við Skálatrøð

Ein maður er koyrdur á sjúkrahúsið eftir at hann datt í havið við Skálatrøð í Havn.

Løgreglan fekk fyri løtu síðani fráboðan um, at ein maður varð dottin á sjógv við Skálatrøð í Havn. Løgreglan var skjót á staðið, og tá høvdu fólk á staðnum longu tikið mannin upp.

 

Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at maðurin var koyrdur á sjúkrahúsið við sjúkrabilinum og at hann eftir umstøðunum hevði tað gott tá.