Bjargingartyrlan hjá Atlantic Helicopters var fyrrapartin hjá Túgvusteini eftir einum skaddum manni Kl 09.50 fyrrapartin fekk MRCC Torshavn boð frá reiðaríðnum Thor í Hósvík um, at ein maður umborð á Túgvusteini hevði fingið álvarsligt beinbrot og tí mátti fáast í land sum skjótast.
Bjargingartyrlan hjá Atlantic Helicopters bleiv boðsend og biðin um at taka mannin av skipinum. Skipið var til fiskiskap suður av Føroya Banka, og tók tað umleið ein tíma at flúgva út á skipið.
Um 12-tíðina hevði tyrlumanningin fingið mannin av skipinum og setti kós móti landi. Sjúklingurin bleiv latin Landssjúkrahúsinum til víðari viðgerð kl 12.50, sigur MRCC Tórshavn.