Ein maskinmaður umborð á Norrønu brendi seg so mikið illa seinnapartin, at ein tyrla hjá donsku sjóverjuni mátti flyta hann av skipinum til lands. Smyril Line sigur, at stutt eftir at Norrøna fór av Esbjerg seinnapartin, hendi eitt óhapp í maskinrúminum. Ein maður var í ferð við at reinsa ein ketil, tá ið hann var fyri óhappi og brendi seg.
Ein tyrla hjá donsku sjóverjuni kom eftir manninum og flutti hann á brunadeildina á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn til viðgerðar.
Smyril Line hevur boðað Skipaeftirlitinum frá, og eftirlitið fer umborð á Norrønu at gera kanningar, tá Norrøna kemur á Havnina mánamorgunin.