Bygningarnir hjá Føroya Fólkaháskúla eru so illa hildnir, at teir nú krevja ábøtur fyri 13,6 milliónir krónur. Tað vísir ein støðumeting, sum Landsverk akkurát nú hevur gjørt av bygningunum Hetta sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, nú Gunvør Balle, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevur spurt hann, hvussu støðan er hjá Háskúlanum.
Háskúlin hevur fingið 2,3 milliónir krónur á fíggjarlógini í ár og tað er eitt vet meiri enn í fjør, tí útreiðslurnar til lønur eru hækkaðar og næsta ár er eisini ætlanin, at játtanin skal hækka við lønarhækkingini. Tá ið háskúlin fekk mest, fekk hann 2,8 milliónir og tað var í 1989 og 1990.
Men háskúlin verður ikki bara fíggjaður við eini játtan frá landinum, tí hann hevur eisini aðrar inntøkur frá skeiðum, leigu o.s.r. Bjørn Kalsø sigur, at skuldi játtanin fylgt við príshækkingunum, sum hava verið síðani 1985, hevði hon verið slakar 4,7 milliónir í dag. Men tað er ikki vanligt at gera, leggur hann afturat.
Landsstýrismaðurin sigur, at nú í heyst hevur Landsverk gjørt eina støðumeting av bygningunum og hon vísir á, at tørvur er á ábótum og umvælingum fyri heilar 13,6 milliónir krónur. Háskúlin er ein sjálvsognarstovnur og eftir lógini letur Mentamálaráðið 70 % av kostnaðinum og sostatt skal landið rinda 9,5 milliónir krónir og sjálvognarstovnurin Føroya Fólkaháskúli skal rinda 4,1 millión krónur.
Vil Háskúlin ynskir undir umvælingina, má hetta takast við í ætlanini, tá ið langtíðar fíggjarætlanin verður løgd, sigur Bjørn Kalsø.
Hann sigur, at mentamálaráðið hevur júst verið á fundi við nýggja háskúlastjóran og háskúlastjórnina, og hesa næstu tíðina fara partarnir at umrøða, hvussu farast skal fram.
|









