Máttu verja ST-aðalskrivaran

Lívverjarnir hjá ST-aðalskrivaranum, Ban Ki-moon, máttu til arbeiðis, tá aðalskrivarin var á Tahir-torginum í egyptiska høvuðsstaðnum Kairo í dag. Umleið 50 fólk, sum styðja libyska leiðaran, Muammar Gaddafi, róptu ókvæmisorð eftir aðalskrivaranum og royndu at sleppa fram at honum. Fólk bóru skelti til heiðurs fyri Gaddafi og ímóti Nato og londunum, sum eru við í álopunum á Libya.

Franska tíðindastovan AFP skrivar, at lívverjarnir høvdu úr at gera við at halda teimum mótmælandi burturi, so at Ban Ki-moon kundi sleppa óskalaður inn í ein bil.

ST-aðalskrivarin var komin til Kairo at tingast við Amr Moussa, sum er aðalskrivari í Arabisku Samgonguni. Evnið á fundinum var støðan í Libya og álopið á landið.