Fótbóltsprát
Herning: í einum framúr liðavriki, var tað fram um hinar Ingi Højsted, sum sýndi vegin fyri B36. Við knallhørðum tacklingum og kvikum samanspælið var hann við í tí mesta av tí, sum B36 megnaði at skapa, og við málinum til 2-1 eftir 79 minuttum var tað eisini hann, sum helt lív í vónini hjá B36 um at vinna seg enn eitt fet víðari í Europa.
At Henrik Larsen so eisini taldist millum áskoðararnar í Herning, mundi ikki gera støðuna verri hjá Inga, nú Fróði Benjaminsen er leikbannaður til komandi landsliðsuppgávuna.
Tí er heldur einki at siga til, at lagið var í toppi, tá vit eftir dystin fingu orðið á Inga, og bóðu hann siga frá, hvussu málið kom.
- Eg veit ikki rættiliga, men eg haldi tað var Alex, sum spældi bóltin fram í vinstru. Umvegis Boga kom hann so til Allan, og eg royndi so bara at rópa og renna. Allan hugdi slettis ikki upp, men spældi bara bóltin frameftir, og so var eg púra leysur og kundi knalal til, staðfestir hann.
Málið var krúnan á verkinum, men hóast fegin, so ásannaði Ingi eisini, at talan hevði verið um ein sera harðan dyst. Ikki minst á miðvøllinum, har talan var um nógvar nærdystir.
- Teir spæla øgiliga skjótt, og tá vøllurin so eisini var vátur, so økti tað um teirra fyrimun. Teir spældu skjótari og teir vóru sterkari, so vit máttu bara geva alt. Tú sást jú teirra styrki í luftbóltunum, so vit mátta bara vera agressivir. Annað var ikki at gera, helt Ingi.
Hvør veit
Hóast hann soleiðis uttan stórvegis himpr staðfesti, at mótstøðumenninir vóru betri, so dylir Ingi ikki fyri, at úrslitið í Herning gevur B36 ein lítlan møguleika at koma víðari í kappingini.
- Tað er sjálvandi tað. Kjansurin er har, so kanska vit vinna 1-0 í Føroyum. Hvør veit!
Mynd, tá Ingi skjýtur málið - gjarna stór
Við málinum til 2-1 setti Ingi Højsted krúnuna á eitt framúrskarandi avrik. Og samstundis syrgdi hann fyri, at B36 enn má sigast at hava møguleikan at koma víðari í UEFA-Cup kappingini
Mynd: Høgni R. Øster










