Seinnapartin í gjár máttu tey steingja Norðskálatunnilin eina løtu av tí, at tað var so nógvur roykur í henni.
Løgreglan fekk fráboðan umvegis eina neyðtelefon í tunlinum um, at nógvur roykur kom úr einum bili inni í tunlinum og tískil varð hann stongdur.
Tá ið málið kannað, vísti tað seg talan var um ein bilførara, ið hevði skift olju á bilinum, men sum var komin til at skoyta olju á útstoytið.
Tá ið tað hitnaði, elvdi tað til so nógvan royk , at tunnilin varð stongdur.
Men tá ið alt var avhæsað og tunnilin skuldi latast upp aftur, vildu bummarnir ikki fara upp aftur og tískil varð neyðugt at senda boð eftir Landsverki.










