Tað bleiv eitt sindur rokaligt, tá Cristiano Ronaldo í kvøld kom til Føroya. Á Hotel Føroyum vóru tey noydd at steingja høvðusinngongina, tí so nógv fólk vildu sleppa inn at heilsa upp á Cristiano Ronaldo.
Les eisini: Jónas fekk selfie við Ronaldo
Fjepparar stóðu leingi uttanfyri og vildu sleppa inn, sjálvt um høvðuspersónurin var farin inn á kamari hjá sær. Tá fingu aðrir fjepparar tað hugskot at fara at leita eftir kamarinum við at renna á takinum á Hotel Føroym.
Les eisini: Nú er Ronaldo í Føroyum
Eyka trygarfólk blivu tilkallað og tamarhald er á støðuni, men tað eru enn tey, ið gera alt fyri at sleppa at heilsa upp á Cristiano Ronaldo.
Les eisini: Ronaldo á Hotel Føroyum
Portugal hevur egið trygdarfólk við, meðan løgreglan og vaktarfólk hjá Hotel Føroyum vóru á staðnum. Hetta er helst eindømi, at Hotel Føroyar má steingja hurðina fyri fótbóltsfjepparum.