Einar fimm minuttir fyri hálvleik fekk ÍF ein rættiligan skelk. Allan Joensen, sum í ár verjur málið hjá fuglfirðingum, tveitti seg eftir einum skoti. Hann toygdi seg væl og virðiliga, og kanska var hetta orsøkin til, at hann ikki fekk tikið fyri seg á veg niður.
Tað sá álvarsligt út, tá hann varð borin av vøllinum, men fyrstu meldingarnar úr Fuglafirði bera tó boð um, at talan helst ikki var um álvarsligan skaða.
Allan var hjá lækna sunnukvøldið, men økslin var hvørki brotin ella farin úr lið, og í Fuglafirði vóna tey, at hann verður tøkur aftur, tá liðið komandi vikuskifti fær vitjan av B36.
Fyri Allan Joensen kom Emil Toftegaard í málið at standa.