Máttu siga starvsfólk upp fyri at fáa ráð til at lappa takið

Støðan er vónleys og føroyski mentanararvurin er í vanda

Listasavn Føroya er í kreppu og skulu tey framvegis kunna veita trygd fyri okkara mentanararvi, er tað bráðneyðugt við hægri játtan til umvælingar.

Føroya Listasavn rópar neyðarróp á Løgtingið, nú fíggjarlógin fyri næsta ár er til viðgerðar.

Sum støðan er nú, eru tað bara tvey starvsfólk, sum eru til taks at verja og varðveita og tryggja okkara listarliga mentanararv, umframt at tey skulu skipa fyri framsýningum, og øllum øðrum arbeiði.

Takið á Listasavninum lekur illa, men Listasavnið mátti siga bókhaldaran úr starvi fyri at fáa ráð til at lappa tann partin av takinum, har tað var ringast, siga tey.

Og tey siga í eini áheitan á Fíggjarnevndina hjá Løgtinginum, at skal Listasavnið hava opið, og veita tryg fyri mentanararvinum, er tað bráðneyðugt at takið verður umvælt, og tað játtanina heita tey nú á Løgtingið um at játta á fíggjarlógini.

Tað er mett at kost 3,8 milliónir at tetta takið.

Men Karina Lykke Grand, stjóri fyri Listasavni, og  Niels Christian Nolsøe, formaður í stýrinum fyri Listasavnið, søkja eisini um hægri játtan, soleiðis at tey fáa 3,5 størv afturat á Listasavninum, tí sum er, eru tey bara tvey starvsfólk, sum sostatt skulu gera alt arbeiði sjálvi, bæði rudda og at gera reint, passa kioskina og selja atgongumerki, passa telefonina, bíleggja vørur, skipa fyri framsýningum, og alt annað.

Sostatt er lítil og eingin tíð eftir til at leggja framsýningar til rættis, til at savna list, til at varðveita list, til gransking og miðling, og ymsar aðrar kjarnuppgávur, siga tey.

Tó vóna tey, at løgtingslimir vilja hyggja við nýggjum eygum at fíggjarligu støðuni hjá Listasavninum, tí sum er, er hon vónleys, siga tey.