Í gjárkvøldið vóru boð eftir sløkkiliðnum í Havn tí at ein ryssa hevði gingið seg í óføri í Hoydølum.
Hon var smokkað úti á eggini omanfyri Føroya Tele í Hoyvík, og vandi var fyri at hon datt oman. Hon slapp hvørki aftur ella fram og fallið var einar 15 metrar og tað hevði verið endin á henni, sigur Tórshavnar Býráð á síni heimasíðu.
Tí sendi sløkkiðið ein kranabil á staðið og saman við djóralækna fingu tey ein stroppa á hana.
##med2##
Kranabilurin lyfti hana so spakuliga upp eftir skráninginum til hon kláraði at standa sjálv.
Tórshavnar Býráð sigur, at talan var um eina av teimum fáu føroysku ryssunum, sum eru eftir, so fór hon fyri skeytið, hevði tað verið ein stórur missur.
Tað er Hans David Hansen, átaksleiðar, sum hevur tikið myndirnar.












