Aftur í gjár viltist eitt útlendskt ferðafólk í fjøllunum. Hesa ferð var talan um eina unga kvinnu, sum var farin einsamøll á fjøllini í Norðoyggjum, men tá ið hon ætlaði sær oman aftur, fann hon ikki.
Løgreglan sigur, at tað var beint fyri klokkan fimm, seinnapartin í gjár, at kvinnan ringdi og bað um hjálp. Hon var farin úr Árnafirði beint eftir døgverða í gjár, men har er bratt nógvastaðni, og hon fann ikki leiðina heim aftur.
Men hon dugdi kortini so mikið væl at greiða frá, hvat hon sá, haðani hon var stødd, at staðkend fólk, løgreglan setti seg í samband við fingu peila seg inn á, hvar hon mundi vera stødd.
Farið var so til gongu í hagan at leita og longu ein hálvan tíma seinni var hon funnin. Tey fylgdu henni so oman aftur í øllum góðum.