- Vit gjørdu okkara, men vit møttu einum betri liðið, hóast vit høvdu onkran møguleika, men teir vóru betri, sigur Andru Poulsen, liðskipari hjá EB/Streymi.
Hinvegin hevði EB/Streymur millum annað eitt skot á stongina, tá bara eitt mál var á muni.
- Høvdu vit fingið eitt mál, so hevði dysturin verið púra opin, men bólturin vildi ikki inn, sigur Andru Poulsen.
Spurdur um hann framvegist verður keddur, tá hann fer í song, er hann rættiliga avgjørdur.
- Eg fari í hvussu so er ikki glaður í song, staðfestir hann.