Máttmiklar kvinnur

Týski kanslarin, Angela Merkel, er máttmesta kvinna í heiminum.


Tað skrivar amerikanska tíðarritið Forbes.

Blaðið hevur júst almannakunngjørt eitt yvirlit við nøvnunum á meiri enn 100 av teimum máttmestu kvinnunum í heiminum. Á fyrsta plássi er týski kanslarin, Angela Merkel. Næst henni er amerikanski uttanríkisráðharrin, Condoleezza Rice, sum var á fyrsta plássi í fjør, og á triðja plássi er kinesiski varaforsetin Wu Yi. Í fjør var hon á øðrum plássi.

Tær flestu av hinum kvinnunum, sum eru á yvirlitinum hjá Forbes, sita í leiðandi vinnulívsstørvum, og fremst av teimum er stjóprin í Pepsi, Indra Nooyi. Men onnur sleppa eisini upp í part, og millum tey kendu nøvnini eru senatorurin Hillary Clinton og sjónvarpsverturin Oprah Winfrey.