Í løtuni standa 32 børn og ung á bíðilista, hóast tey lúka treytirnar fyri at fáa stuðul, umlætting ella ansingartilboð, tí tey bera sjúku ella brek.
Tað sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna.
Rósa Samuelsen, tingkvinna, hevur spurt hana, hvussu nógv børn og ung standa á bíðilista, uttan at fáa nakað tilboð
Av teimum fáa 13 børn onki tilboð, men hini 19 standa á bíðilista til at fáa økta tænastu.
Hon ásannar, at tað eigur at vera rættiliga ørkymlandi hjá foreldrum at barni, sum ber sjúku ella brek, uttan at fáa nakað sum helst tilboð til tey
Annika Olsen sigur, at tey eru farin undir at samskipa arbeiðið á hesum øki.
Í hesum sambandi hevur Almannamálaráðið havt samrøður við nakrar familjur, sum eru í hesi støðu.
- Eg varð heilt skelkað, tí eini foreldur greiddu frá, at tey høvdu tosað við heili 71 fólk í 14 ymsum almennum myndugleikum, har tey høvdu greitt teimum frá trupulleikanum, segði Annika Olsen.
Rósa Samuelsen staðfesti, at tað finst ein ørgrynna av dømum, sum hesum.
- Tað er ein øgiliga stórur trupulleiki, at foreldur noyðast at renna frá Peri til Pól fyri at fáa ta røttu vegleiðingina og tað røttu sjúkugreiningina, sigur Annika Olsen.
Tí leggur Annika Olsen stóran dent á at samskipa økið heldur enn alsamt at játta meiri og meiri pening, uttan at nakar loftar teimum, sum skulu hava tilboðini.
- Tað skal vera ein tilbúgving til fólk, sum koma í eina slíka støðu, so at tey altíð vita, hvagar tey skulu fara, tí tað skal vera ein hurð inn til tað almenna, legði hon afturat.