Mátti taka menninar av vøllinum

Allan Mørkøre, sum er venjari hjá AB, sigur seg ikki hava upplivað slíkt kortspæl, sum hann gjørdi í Leirvík leygardagin, tá AB spældi móti Víkingi

Tað vakti ans, tá dómarin í Leirvík, Rúni Gaardbo, brúkti kortini ikki færri enn 17 ferðir í dystinum millum Víking og AB. Sjey spælarar á hvørjum liði fingu gult kort, umframt at tríggir spælarar vórðu riknir av vøllinum eftir gula kort nummar tvey.

- Eg havi spælt fótbólt í 20 ár, men eg havi ongan tíð áður upplivað eitt slíkt regn av kortum, sigur Allan Mørkøre, sum er venjari hjá AB.

Uttan at vilja gera viðmerkingar til sjálva dømingina, so heldur Allan, at talan avgjørt ikki var um nakran hart spældan dyst.

- Tað var tað ikki. Men sum venjari má eg siga, at tíbetur vóru vit á odda og við 11 móti 9 monnum, tá kortini av álvara komu. Hetta gav mær tann møguleikan, at eg skifti teir mans út, sum høvdu fingið gult kort, so hesir ikki eisini skuldu fáa reytt. Men ein av teimum innskiftu fekk so kortini reytt, so hann fái eg ikki brúkt næsta vikuskifti, sigur Allan Mørkøre.


Heilt galið

Heilt so varin í orðavalinum var liðskiparin hjá AB, Steinbjørn Olsen, ikki. Torbjørn hevur sjálvur dømt, og hann helt, at dømingin leygardagin var undir alt lágmark.

- Hann dømdi hampuliga væl fyri steðgin, men so skjótt, sum seinni hálvleikur byrjaði, gekk heilt galið. Og eg má siga, at eg havi ongan tíð áður upplivað slíkt. Hatta er nakað, sum ikki eigur at koma fyri, segði Steinbjørn Olsen millum annað við Rás2.

Og Steinbjørn legði afturat, at hevði hann dømt sjálvur, vildi hann mett, at hesin dysturin í mesta lagi kostaði seks gul og kanska eitt reytt kort.

Fyri steðgin hevði Rúni Gaardbo bert givið eitt gult kort. Eitt varð givið fyri kjaftaslit, tá menn gingu av vøllinum, og í seinna hálvleiki gjørdist talan um slíkt kortregn, at flísin í miðal varð havd á lofti fyri hvørjar tríggjar minuttir.

Við Rás2 segði Rúni Gaardbo í stuttari viðmerking, at talan í øllum førum var um kort, sum vórðu givin fyri ófantaligt spæl ella kjaftaslit.


Mynd: Rúni Gaardbo

Talan var kanska um kortmet í einstakum dysti, tá Rúni Gaardbo dømdi 1. deildardystin millum Víking og AB leygardagin