Mátti eftir fólki nakrar ferðir

Tað hevur verið nógv fólk í býnum, men sum heild hevur tað verið friðarligt

 

Ársins fótbóltsdystur var í gjár, og í kjalarvørrinum á tí hevur rættiliga nógv fólk verið í býnum.

Men løgreglan sigur, at sum heild hevur tað verið friðarligt, tó at tey kortini fleiri ferðir máttu upp á at mekla og at sissa fólk, sum vóru eitt harmælt, ella høvdu hug at gera um seg.

Men tað gekk ikki hvørja ferð og ein maður var so ólátaður, at hann varð handtikin. Hann royndi fleiri ferðir at sleppa inn á eitt skeinkistað, hóast hann var burturvístur fyri ringan og harðligan atburð og at enda mátti løgreglan upp í.

Men hann vildi ikki siga løgregluni hvør hann var, og tað hevur mann skyldu til at upplýsa fyri løgregluni.

So hann varð handtikin til greiða var fingin á, hvør hann var og við sær frá løgregluni fær hann eisini eina bót fyri at brot á politiviðtøkurnar.

Tað fær ein blaðung genta eisini fyri at rópa ókvæmisorð eftir løgreglufólkum, men eisini hon varð tikin og koyrd heim til foreldrini.

Løgreglan fekk eisini eina fráboðan úr Suðuroy stutt eftir midnátt um at ein maður gekk úti í berum undirbuksum.  

Hann varð bjargaður, men hann var so kaldur, at hann varð koyrdur á Sjúkrahúsið til kanningar.

Um vikuskiftið fekk løgreglan eisini boð um, at ein ær og eitt lamb gingu inni í Norðskálatunlinum, har tey helst vóru farin at kroka undan regnunum.

Vandi stóðst av hesum tí tveir bilførarar søgdu, at tað var um reppið at teir rendur á teir. Men løgreglan fór so í tunnilin og rak seyðin út um.