Borgarstjórin í Havn er lagdur undir at bera almenninginum skeivar upplýsingar um príshækkingina á streymi, men nú er komið fram, at í veruleikarnum var tað Sev, sum roknaði skeivt. Tað hevur verið tvídráttur um, hvussu nógv ætlaða príshækkingin hjá Sev fer at kosta Tórshavnar Kommunu um árið.
Borgarstjórin hevur ført fram, at verður prísurin hækkaður 15 oyru fyri kilowatt tíman, fer tað kosta kommununi 1,7 milliónir um árið.
Hetta er ein orsøk til, at Marin Katrina Frýdal, býráðslimur, skuldsetti Heðin Mortensen fyri at føra eitt ?miðlashow?.
Sjálv er hon nevndarlimur í Sev, har hon umboðar Tórshavnar Býráð og hon hevur ført fram, at borgarstjórin í Havn ger alt ov nógv av.
Hon sigur, at Sev hevur roknað seg fram til, at hetta fer ikki at kosta Tórshavnar Kommunu meiri enn 800.000 krónur.
Men nú vísir tað seg, at borgarsjórin hevði rætt kortini.
Men tað kann ikki leggjast Marin Katrinu Frýdal til last, tí hon hevði havt álit á upplýsingunum, hon fekk frá Sev.
Men í dag mátti Sev so krúpa til krossin og viðganga, at tey høvdu roknað skeivt og at tað var borgarstjórin í Havn, sum hevði rætt.
Í kvøld hevur Marin Katrina Frýdal harmast mistakið og hon hevur somuleiðis biðið Heðin Mortensen um eina umbering.
- Sev roknaði 50% skeivt í einum so lítlum roknistykki, men vónandi eru fíggjarætlanin og streymprísurin rættari roknað út, var turrisliga viðmerkingin frá borgarstjóranum.