Mítt summar: Verður heima í ár

Miðlahúsið hevur spurt fólk summarið

Ingolf S. Olsen, journalistur, svarar spurningum

 

Hvussu heldur tú summar í ár?

–  Summarið verður hildið heima í ár. Eg putlist við at smíða eina terassu, men annars er onki serligt á skránni – faktiskt havi eg ikki hildið nakra summarferiu yvirhøvur enn, men taki helst nakrar vikur í august.


Hevur koronusmittan broytt títt summar?
– Koronasmittan hevur í stóran mun lagt skránna fyri summarið – ella rættari, hevur tikið alt tað vanliga av skrá. Tí verður hetta fyrsta summarið, at eg als ikki eri saman við døtrunum, Silju og Andreu, sum búgva í Danmark. Vónandi fáa vit tikið revansju einaferð í heyst.

Plagar tú at ferðast í Føroyum?
– Synd at siga, men vit gera alt ov lítið av at ferðast í Føroyum. Vit fara sjáldan longur, enn tað er koyrandi úr Sørvági. Tó dámar okkum væl at fara onkrar túrar út í náttúruna í nærøkinum. Eg ætli at fara at ferðast nógv meira í Føroyum.

Er nakað stað úti í heimi, sum droymir um at vitja í komandi árum?
– Eg droymi um at vitja nógv støð kring heimin. Eg eri rættiliga bergtikin av arktisku økjunum, havi verið í Grønlandi og hevði fegin viljað sloppið til Svalbard einaferð. Fleiri av heimsins stórbýum standa eisini ovarlaga á listanum.