Føroyski festivalurin í Danmark vendir nú aftur til upprunan undir opnum himni, eftir at hava verið inni í Amager Bio í fjør.
- Vit skipaðu so at siga fyri einum mini Mítt Land í Amager Bio í fjør, og royndu at byrja av nýggjum. Men føroyingar eru meira til festival undir opnum himni, og tí venda vit nú aftur til Femøren, sigur Evi Tausen, ein av fyrireikarunum.
- Sera stuttligt er at síggja útisetar savnast á einum og sama stað. Og somuleiðis er suttligt, at føroyingar leita sær til Danmarkar á Mítt Land, sigur Evi Tausen, ið fegnast um góðu undirtøkuna, nú roynt verður av álvara at leggja lunnar undir Mítt Land av nýggjum.
Mítt Land 2017 verður 15. og 16. september.